WordPress database error: [Table 'arni_blog.wp_post2cat' doesn't exist]
SELECT post_id, category_id FROM wp_post2cat WHERE post_id IN (120,112,110,109,108,107,106,100,97,93)

Arna og Maluni

Nú má eg takað meg saman og Heimastudio

September 11th, 2007

Ok! Eg havi bestemma meg! Hetta má enda (og byrja). Bloggurin hevur ligið stillur nóg leingi og nú fari eg at uppdatera. Orduliga ofta! Eg lovi tað.

Annars eri eg í ferð við at keypa eitt heimastudio. Nýggja (Mac) teldu og Protools og alt. Eg havi leingi verið rættiliga frustreraður við mína støðu viðvíkjandi tí tónleikaliga. Fyrst og fremst haldi eg meg hava fingið serliga góðar gávur. Eg dugi væl og tími væl. Eg eri ótrúliga kreativur. Og eg kalli tað gávur, tí eg haldi tað eru gávur. Frá Gudi. Og sum gávur frá Gudi haldi eg okkurt slag av kalli fylgja við teimum. Seinastu tvey árini havi eg følt meg hildnan aftur av mínum umstøðum. Eg elski at lesa teologi og ætli ikki at gevast, men teologilesturin og tað at búgva uttanlanda hava brotið tónleikaligu rytmuna og rutinuna, sum eg hevði áðrenn. Áðrenn trenaði eg við mínum bólkum regluliga og skapti tónleik soleiðis - tá ið man bara er heima í feriu ber hetta ikki til. Hetta betýður heilt einfalt, at seinastu tvey árini hava verið tónleikaliga nógv for óproduktiv. Og eg tími ikki meir. Eg vil umsita/brúka/elska mínar gávur soleiðis sum mín núverandi støða krevur tað. Og mín núverandi støða krevur at eg, á ein ella annan hátt, skrivi sangir sjálvur. Og kanska framføri teir sjálvur. Eg eri ótrúliga glaður at eg eri komin til hesa niðurstøðu. Eg eri vónríkur og gleði meg til framtíðina. Eg havi skítfult uppá hjarta og gleði meg at deila hetta við verðini. Heimastudiið fer at loyva mær at brúka og útvikla mínar tónleikaligu gávur, ímeðan eg brúki og útvikli mínar teologisku. Tað vil siga, at eg uppfylli meiningina við/í mínum lívi eitt sindur betri nú enn fyri tveimum árum síðani. Og tað er feitt.

Tað, sum eg fari at keypa er hetta.

macbook
13" Apple MacBook - 2.16GHz Intel Core 2 Duo, 2GB Ram

digi
Digidesign 002 Rack (her fylgir Protools við)

neumann
Neumann TLM-103 mikrofon

squire
Squier Standars P Bass Special V

keystation_49e.jpg
M-Audio Keystation 49E Keyboard

line6podxt.jpg
Line 6 POD XT

akg_k271_studio_big.jpg
AKG K 271 Studio oyramikrofonir

Oh yeah.

  

WordPress database error: [Table 'arni_blog.wp_post2cat' doesn't exist]
SELECT post_id, category_id FROM wp_post2cat WHERE post_id IN (120)

Uncategorized | 3 Comments »

Mest seldu bøkurnar í verðini

May 29th, 2007

The Top 15 Best-selling Books of All-Time

1. The Bible (6.7 billion copies) - havi lisið

2. Quotations from Chariman Mao, Mao Tse-Tung (900 million)

3. The Qur'an (800 million) - eigi, lisið eitt sindur

4. Xinhua Zidian (400 million — a Chinese dictionary, first published in 1953)

5. The Book of Common Prayer, Thomas Cranmar

6. Pilgrim's Progress, John Bunyan - havi lisið

7. Foxe's Book of Martyrs, John Foxe - havi lisið

8. The Book of Mormon, Joseph J. Smith, Jr. (123 million) - eigi, fari nokk ikki at lesa

9. Harry Potter and the Sorcerer's Stone, J.K. Rowling (107 million) - havi lisið

10. And Then There Were None, Agatha Christie (100 million)

11. The Lord of the Rings, J.R.R. Tolkien (100 million) - havi lisið

12. Harry Potter and the Half-Blood Prince, J.K. Rowling (65 million) - havi lisið

13. The DaVinci Code, Dan Brown (65 million) - havi lisið

14. Harry Potter and the Chamber of Secrets, J.K. Rowling (60 million) - havi lisið

15. The Catcher in the Rye, J.D. Salinger (60 million) - eigi, fari at lesa

  

WordPress database error: [Table 'arni_blog.wp_post2cat' doesn't exist]
SELECT post_id, category_id FROM wp_post2cat WHERE post_id IN (112)

Uncategorized | No Comments »

Snedugt..

May 2nd, 2007

Eg ringdi til Sjúrður í gjár. Hann var á bókasavninum, so hann mátti teska. Shit, tað er snedugt at snakka hart við onkran, sum teksar. Og ringt, ikki at byrja at teska sjálvur.

  
  Eg lesi "Sex God" hjá Rob Bell

WordPress database error: [Table 'arni_blog.wp_post2cat' doesn't exist]
SELECT post_id, category_id FROM wp_post2cat WHERE post_id IN (110)

Uncategorized | No Comments »

Vit koma heim í morgin

March 23rd, 2007

Til allar vinir...

Eg og Malan koma heim til Føroyar í 3 vikurlanga páksaferiu í morgin. Vit flúgva til DK í dag kl.16 og so til Fo í morgin kl. 19. Vit gleða okkum at síggja Føroyar, familju og vinir aftur!

  

WordPress database error: [Table 'arni_blog.wp_post2cat' doesn't exist]
SELECT post_id, category_id FROM wp_post2cat WHERE post_id IN (109)

Uncategorized | No Comments »

Fak í næsta ár

March 23rd, 2007

Eg havi í dag valt fakini, eg vil hava í næsta ár. Sera spennandi!

Fyrra hálvár
- Theology and Philosophy of Religion
- Playing God? Christian Ethics, Human Agency and Natural Law

Seinna
- Exploring the Tradition of Christian Ethics (við mínum favoritti, Brian Brock)
- Barth
Eg gleði meg alvorliga! Tvey tey seinastu árini í teologi sleppur tú sjálvur at bestemma meira og tað er feitt. Einki Gamla Testamenti og einki mál! Yes! Tó eitt sindur keðiligt at eg ikki fari at hava tíð at gera meira bíbilska teologi, men tað má eg bara gera í loynikamarinum :)

So í september byrjar eitt feitt ár fyri meg. Ikki einans fari eg at hava uber-áhugaverd fak í skúlanum, men eg fari at flyta inn saman við Maluni, sum Mr. and Mrs. Kastalag Zachariassen. Ótrúliga feitt!

  

WordPress database error: [Table 'arni_blog.wp_post2cat' doesn't exist]
SELECT post_id, category_id FROM wp_post2cat WHERE post_id IN (108)

Uncategorized | No Comments »

Dreymur

January 15th, 2007

Í nátt droymdi eg, at Braquet skuldi spæla konsert, men vit høvdu ongantíð trena. Vit skuldu enntá spæla fleiri nýggjar sangir, sum vit ongantíð høvdu trena. Í dreyminum var eg rættiliga nervøsur.

Eg haldi hesin dreymur hevur okkurt við tað at eg skal í roynd í hebraiskum um eina løtu og havi ikki lisið nóg nógv uppá.

  

WordPress database error: [Table 'arni_blog.wp_post2cat' doesn't exist]
SELECT post_id, category_id FROM wp_post2cat WHERE post_id IN (107)

Uncategorized | No Comments »

Nú komu ringarnir!

December 12th, 2006

Í dag vóru vit so hjá gullsmiðinum og keyptu ringarnar. Fantastiskt.. Vit tóku teir uppá aftaná eina deiliga sandwich og smákøku í Subway. Nøkur sekund aftaná:hendur.jpg

Í áðni tók eg so nakrar nærmyndir av ringinum hjá mær, so tit kunnu síggja hvussu hann orduliga sær út. Vit eru ótrúliga glað fyri designið. Tað er kul at hava ein ring, sum eingin annar í verðini hevur. Og so vóru teir rættiliga bíligir.

Ringur 009 thumb.jpg

Ringur 008 thumb.jpg

Ringur 011 thumb.jpg

Eg hevði annars ein rættiliga ringan dag í dag. Eg var uppi alla nátt og skrivaði stíl og var nógv for stressaður. Eg lat tingini inn og tað einasta eg kláraði at hugsa um var at eg havi tveir stílar eftir (sum eg fari at gera um eina løtu - eisini alla nátt). So lagið var einki serligt. Faktist var tað orduliga ringt. Men so skjótt vit nærkaðust gullsmiðinum byrjaði okkurt at gleðast í bringuni hjá mær. Tað vaks meðan vit betaldu og so skjótt, vit vóru komin út gjøgnum hurðina mátti eg bara flenna. Feitt allíkavæl :) Eg eri saman við fittastu, lekrastu og bestu gentuni nakrantíð og vit hava tikið ring uppá. Jep.

  
Eg lurti eftir Killswitch Engage - The Arms Of Sorrow

WordPress database error: [Table 'arni_blog.wp_post2cat' doesn't exist]
SELECT post_id, category_id FROM wp_post2cat WHERE post_id IN (106)

Uncategorized | No Comments »

Ringar

November 23rd, 2006

Eg kenni ikki so nógv til hjúnarbandssiðir í Føroyum, men nógv av teimum, ið vit kenna, hava tikið giftiringar uppá, fyri síðan at endurnýta somu ringarnar sum orduligar giftiringar, tá ið skriva er undir pappírini. Fínt hugskot haldi eg. Serliga fyri okkum reyvfátøku lesandi. So í gjár fóru eg og Malan í býin at leita eftir ringum. Vit vilja gjarna hava ring uppiá tá ið vit fari heim til Føroyar í jólaferiu miðskeiðis í Desember. Vit leitaðu í ymiskum størri handlum, so sum H. Samuel og Ernest Jones, men alt var nokkso dýrt og eingin hevði orduliga tað, vit leitaðu eftir. Hannah í mínum klassa hevði fortalt mær um ein privat gullsmið á Little Belmont Street, sum var orduliga fittur og kundi gera so at siga akkurát tað, ein vildi hava. So vit fóru ein túr framvið hjá honum. Og ikki einans fingu vit akra tað, við leitaðu eftir, men tað var nógv bíligari enn hjá nøkrum øðrum av teimum stóru gullsmiðjunum. So fyri undir £200 fáa eg og Malan (Kastalag Zachariassen) hvør sín 9 karat hvítan gullring, mín 5 mm breiður, hennara 3. Feita twistið er at báðir hava diamant - innaní! Sá hetta í sjónvarpinum langt síðani (í Pernilles Univers á TV3 í eini farnari øld) og helt tað vera skidefeitt. Symboliserar kærleikan, ið er innaní og, sum eingin annar enn tú kennir. Tann hjá Maluni hevur eisini ein diamant uttaná, fyri tað seinata feminina. Nú er tað orduligt! :)

  

WordPress database error: [Table 'arni_blog.wp_post2cat' doesn't exist]
SELECT post_id, category_id FROM wp_post2cat WHERE post_id IN (100)

Uncategorized | 2 Comments »

Vit skulu giftast!

November 21st, 2006
malan og arni3.jpg

Jep. Eg og Malan hava tikið avgerðina um at giftast. Vit hava verið saman í 3 ár, vit elska hvønn annan, tað riggar væl og vit eru klár at takað næsta stigið. Vit eru í ferð við at keypa ringar nú. Tá ið teir eru keyptir, leggja vit eina mynd her. Men ja, helt bara at eg skuldi fortelja øllum tað.

  

WordPress database error: [Table 'arni_blog.wp_post2cat' doesn't exist]
SELECT post_id, category_id FROM wp_post2cat WHERE post_id IN (97)

Uncategorized | 6 Comments »

Lasse Gjertsen er mín hetja!

November 8th, 2006

Fyrst var tað "Hyperactive"-beatbox-undrið:

http://www.youtube.com/watch?v=o9698TqtY4A

Og nú er "Amateur"-trummu-klaver-holy-shit-eg-verið-aldri-hin-sami-aftur-undrið-(er-eitt-for-fátækt-orð) komið. Orð eru for fátøk.

http://www.youtube.com/watch?v=JzqumbhfxRo

  

WordPress database error: [Table 'arni_blog.wp_post2cat' doesn't exist]
SELECT post_id, category_id FROM wp_post2cat WHERE post_id IN (93)

Uncategorized | No Comments »