Eg lesi beint nú næstu volumu av systematisku teologiini hjá Wolfhart Pannenberg. Argumentið í bókini er í stuttum, at skapanarlæran er har, sum kristna trúgvin á tríeina Gud, sum eskatologiskt opinberaði seg í persóninum Jesusi og hansara verki, verður staðfest. Bókin er sera áhugaverd og spennandi, og Pannenberg er við at blíva mín yndisgudfrøðingur. Tað verður allarhelst við støði í onkrum av hansara verkum, at eg fari at skriva mína bachelor uppgávu.
Eitt sera áhugavert brot, sum staðfestir ein illgruna, eg havi havt leingi um skapanarsøgurnar í 1. Mós., er á síðu 116-117. Her er sitatið:
A particularly striking example of a time-bound insight that we have now abandoned may be found in the idea of a separation of the waters of the primal flood by a firmament (Gen. 1:6f.). This firmament explains mechanically why the waters beneath it, which cover the earth retreat and gather together and thus let dry ground emerge, for no masses of water an now pour down upon them through the heavenly “bell” or vault (1:6, 9f.). The story of the flood tells us what happens when leaks in the vault occur and are not stopped (7:11).
The cosmology that finds expression in the idea of the firmament bears impressive testimony to the science of antiquity, which rationally relates the order of the universe to human engineering. For this reason it is a misunderstanding to try to base theology on the literal sense. A theological doctrine of creation should follow where the biblical witness leads by claiming current knowledge of the world for a description of the divine work of creation, using the resources that are actually at hand. Theology will not do justice to the authority of the biblical witness if it tries to preserve the time-bound ideas with which the biblical account of creation works instead of repeating in its own day the acts of theologically appropriating contemporary knowledge.
“Firmament” verður umsett til “hvølv” á føroyskum. Sambært answers.com, er eitt hvølv eitt stórt kar, sum tey í Gamla Testamenti hildu vera omanfyri turra lendi. Ein rúgva av vatni var í hesum karinum og soleiðis tryggjaði karið, at tað var turt lendi. Stjørnur, mánin og sólin vóru føst í hvølvinum og tað kom, sum Pannenberg vísir á, onkumtíð hol á og jørðin varð undir av tí sama. Tað er upp til hvølvið, at teir ætlaðu at byggja Bábelstornið og sambært Job 38:22 verður kavi og heglingur goymdur har uppi.
Í dag vita vit, at hetta er ein høpisleys kosmologi. Tað er einki risastórt kar omanfyri okkum. Regn, kavi og heglingur koma úr skýggjum og polarísurin, m.a., tryggjar, at vit ikki eru meira undir enn vit eru. Tað, sum Pannenberg í hesum sambandi vísir á, er at teir, sum skrivaðu 1. Mós., skrivaðu við støði í tí vitanini, sum teir høvdu tá. Teir høvdu ongar stjørukikarar ella veðurballónir - men teir høvdu kør (kanska uppi á takinum fyri at samla regn at drekka)! Við støði í hesi tøknini ímyndaðu teir sær, hvussu heimurin sá út. Á ein rættiliga primitivan, men veruliga, hátt gjørdu teir vísindaligar metingar av heiminum. Tað hevur síðani víst seg, at teir tóku feil, men tað kundu teir jú ikki vita: Teir gjørdu bara sítt arbeiði so gott, sum teir kundu.
Pannenberg vísir so á, at tað, við støði í andanum í tekstinum, er skeivt at takað tað vísindaliga, sum skapanarsøgurnar siga, bókstaviliga. Andin í tekstinum er at vísa á bestu vísindaligu vitanina, sum er til - og geva Gudi æruna fyri veruleikan, sum vísindin lýsir. Og takað vit Bíbliuna alvorliga, so mugu vit, líka sum rithøvundarnir av 1. Mós., takað vísind í ramasta álvara - tí vísind lýsir Guds skaparverk fyri okkum. Vit vita nú, at tað ikki er eitt kar omanfyri okkum, men heldur ein óendaliga stór rúmd. Og Gud havi æruna fyri tað.
Tað er við støði í hesum, at eg avnokti kreationismu og heldur eri evolutionist. Líka sum bíbilsku rithøvundarnir, so takið eg bestu vísindina, sum er beint nú, í ramasta álvara og sum allýsing av Gud skaparaverki. Og vísindin beint nú? Hon sigur mær, at universið, jørðin, lívið og alt hevur ment seg frá tí einfalda til tað innviklaða. Kreationisma er, so óvísindalig sum hon er, í veruleikanum ein óbíbilsk læra. Og tí avnokti eg hana til frama fyri evolutión.
Eg eri sostatt evolutionist, tí eg trúgvi uppá Bíbliuna.