Ein vinur hjá mær á Facebook legði eitt leinki út um onkrar mótmælingar, sum fara fram her í Aberdeen um ein prest, sum er samkyndur. Eg gjørdi nakrar viðmerkingar har eg segði, at tingini ikki vóru so einføld viðvíkjandi homosexualiteti og kristindómi. Ein felags vinur legði eina viðmerking aftrat, har hann heilt einfalt segði, “Rómbrævið 1:26-27.”
Hetta er alvorligur irreterandi óvani, sum summi kristin hava, tá ið tey kjakast. Tey halda, at tað er nokk bara at vísa til eitt vers ella tvey, og so er kjakið liðugt. Í fyrsta umfari er trupulleikin sjálvandi, at ikki øll góðtakað Bíbliuna sum ein universellan fasittlista. Sjálvt millum tey, sum góðtakað Bíbliuna sum mynduleika tá tað kemur til kristi lívi og læru, eru ikki samd í at allir lívsins spurningar verða svaraðir við bíbliuversum. Hóast onkur heldur, at bíbliuvers er týdningarmikil í royndini at svara lívsins spurningum, so kann tað eisini væl vera, at viðkomandi heldur at tað skal meir til enn bíbliuvers og aðrar resursir, sum t.d. teologi, filosofi, vísindi og persónligar upplivingar, eisini mugu sleppa uppí part. Trupulleikin er eisini, at tað ikki altíð er líka greitt hvat Bíblian sigur. Bíblian er ein stór og ein gomul bók. Hon er umsett. Hon umboðar nógvar ymiskar vinklar uppá nógv ymisk viðurskifti, skrivað av nógvum ymiskum fólkum, í nógvum ymiskum tíðarskeiðum, á nógvum ymiskum støðum. Stutt sagt: Hon er ring at skilja. Tá so onkur siterar eitt vers, er tað ikki altíð, at meiningin er líka klár. Ella, rættari sagt: Tað er ikki altíð, at meining er líka klár, sum viðkomandi heldur hon er.
Men her er veruligi trupulleikin, sum eg síggi hann: Tá ið tveir partar kjakast og annar bara siterar eitt vers og letur sum um kjakið er liðugt, so leggur siterandi parturin hin undir eitt serliga sterkt, men loynt og sniðfundigt trýst. Við at latað meiningina, sum siterandi parturin úttrykkir, ikki beinleiðis verða orðaða, men heldur liggja í luftini ella so, goymda aftanfyri vers, noyðir siterandi parturin hin partin at hugsa seg fram til hvat meiningin hjá siterandi partinum er. Uttan eina beinleiðis orðaða meining, sum kann kritiserast fyri tað, hon er, blívur tað knappliga luturin hjá hinum partinum, at siga, hvat siterandi parturin meinar. Og tá ið kjakið gongur hart fyri seg er sum oftast ikki tíð at gera tað. Siterandi parturin íðkar soleiðis eina ógvuliga diskreta, men effektiva makt í kjakinum. Við ikki at beinleiðis orða sínar meiningar, noyðir hann hin partin at takað undir við sínum óorðaðu meiningum, so at kjakið kann halda áfram. Við hesum hevur siterandi parturin longu vunni helvtina av bardaganum.
Nú, tað sigur seg sjálvt, í ljósinum av øðrum reglubroti, at hetta er ein skeivur framferðarháttur. Tað er ikki klárt júst hvat siterandi parturin meinar, tí tað er ikki klárt júst hvat Bíblian meinar. Og tað er ikki klárt, at bara Bíblian svarar trupulleikanum, sum er undir viðgerð. Men meir enn tað, so er hetta eitt skitið trikk, sum er óvirðiligt í einum kristnum kjaki. Eg skal ikki spæla óskyldigur og siga, at eg altíð eri líka virðiligur í teimum kjakum, sum eg luttaki í, tí tað eri eg ikki. Men siga vit, at Bíblian er Guds orð, tykist tað fyri mær, at vit hava eina serliga ábyrgd at fara virðiliga og varisliga fram í okkara viðger og nýtslu av henni. Líkamikið hvussu, hvussu væl og hvussu illa vit tulkað hana, so má hon ikki brúkast sum eitt valdsamboð til frama fyri okkara egnu meiningar.
Tags: Bíblian
Haldi at miðflokspolitikkarar áttu at lisið greinina. Áhugaverd grein annars.