Internet Monk, ein tann fremsti kristni bloggarin á netinum, hevur júst skrivað ein blogg, sum hann nevnir “10 guidelines for interpreting the Gospels.” Michael Spencer, sum hann eitur, er ein vísur maður við erfaring og perspektivi, og tað, hann sigur, hevur myndugleika. Hansara rætningslinjur eru allar sera týdningarmiklar, men mín yndis er nummar 7, har hann vísir á týdningin á tekstkritikki. Í mínari erfaring eru evangelisk, “bíbliu-trúgv” kristin sum heild bangin fyri tekstkritikki. Tey hava ringt við at ímynda sær hvussu Bíblian enn kann vera Guds orð um vit góðtakað, at hon er orð manna. Trupulleikin, sum eg síggi hann, er at í teirra (sera góða og rætta) ídni at forsvara Bíbliuna, gevast hesi fólkini at faktist lesa Bíbliuna. Tað, sum tekstkritikkurin finnur í Bíbliuni er (við rímiligum fyrilitum) tað, sum faktist er har. Avnoktað vit tekstkritikkin, avnoktað við Bíbliuna. Tí er tað týdningarmikið at vit, sum siga okkum byggja á Bíbliuna, sum skjótast byrja at takað tekstkritikkin við í roknistykkið – fyri Bíbliunnar skyld!
7. Textual criticism is very important, because many textual variants are about changing interpretations of Jesus’ words. Phillip Comfort’s Text and Translation Commentary on the New Testament is a must have. Form and source criticism are also useful tools, even if just to understand why the other Gospels lose Mark’s “messianic secret” or Matthew changes Kingdom of God to Kingdom of heaven. And, of course, there’s Mark 16 and John 8. All important parts of serious Gospel study.