20 January, 2006
Eitt sindur av einum dilemma
Eg fann útav í gjár at Eivör spælir í Glasgow ein hálvan tíma aftaná Blindside konsertin byrjar. Eg hevði heilt ótrúliga væl tíma at fari at lurta, tí eg havi ein Eivör fasu beint nú og vit gingu í klassa saman, so tað hevði verið stuttligt at heilsa uppá. Men, Eivör mótvegis Blindside… Nei, tað verður Blindside. Havi brúk fyri at rokka út orduliga.
Annars sær tað út sum at eg og Stuart fara at vera í Glasgow eitt heilt vikuskifti. Jógvan bróðir skal tala á Glasgow Uni og vit kenna onkran í Glasgow (faktist ein genta, sum Stuart er áhugaður í, men ikki siga tað fyri nökrum!), so vit fara at hanga út har í nakrar dagar.
Arni at 7:15 am
19 January, 2006
Ein góð traditión
Tá ið eg, fyri skjótt nógvum árum síðani, gekk í student og lat hövðusuppgávuna inn, hátíðarhildu eg, Oddur og Andrias (haldi ikki Áki var við) tað við at hyggja eftir fyrstu sýning av Fellowship of the Ring. Tað var ein endabrestur, sum vildi nakað. Filmurin var feitur (tann besti í trilogiini, um tú spyrt meg) og vit hövdu alvorliga uppiborið tað. Eg og Stuart fara nú at halda áfram við hesi góðu traditión. Vit eru nú í holt við royndirnar og lesa sum hestar. Men tá ið griskt, seinasta royndin, er liðugt hósdagin fara vit til Glasgow at lurta eftir Blindside! Oh yeah! Og vit fáa kanska backstage pass! Vónandi, vónandi… Um ikki, so verður tað feitt allíkavæl, tí Blindside rula.
Arni at 3:13 am
17 January, 2006
Jólagávur og Macdonalds
Sjálvt um gávurnar ikki eru tað týdningarmesta við jólunum (maturin og familjan harafturímóti..), men tær eru tó nokkso sentralar. Eg fekk nakrar feitar í ár. Frá Maluni fekk eg eitt gávukort í Fopp, sum er ein feitur flögu/dvd/bókahandil her í Aberdeen. Fyri gávukortið gjördi eg eitt mítt besta innkeyp nakrantíð: Futurama - Complete Collection! For kul, sjálvt um tað hevur forstýra repeteringina alvorliga! Takk fyri beybi! Frá Jan og Situ, Jákup og Sannu og Jógvan og Unn (við familjum) fekk eg hvör sítt gávukort. Fyri tey keypti eg Eivör - Tröllabundin (sum er orduliga feitt, sjálvt um messingin blívur eitt sindur irreterandi viðhvört), Högni Lisberg - Morning Dew (ein hin besta Fo flögan í fjör, uttan iva) og Makrel - Wonderland (misti hana vekk, so eg keypti eina nýggja, orduliga góð eisini). Tá ið man er uttanlanda saknar man alvorliga föroyskan tónleik, so hasar flögurnar komu væl við. Frá Pætur Larsen fekk eg nakrar kopieraðar filmar. Frá Pætur bróðir fekk eg norsku bókina “Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i alt myldret?” Hava bara hoyrt gott um hana, so eg gleði meg til tá ið eg fái tíð at lesa hana (nær tað so enn verður..). Frá Jósef fekk eg ein hondgjördan lyklaring úr reinsdjórahorni, sum nú hevur skift góða, gamla Pikachu út. Frá jólamanninum fekk eg nýggjastu flöguna og ein kalendara við Charlotte Church. Feitar gávur, túsund takk, men bestu gávuna fekk eg frá mammu og babba: Tey gloymdu at keypa mær nakað! Oh yeah! Trúgv tí ella ei, tey gloymdu at keypa mær eina jólagávu! Her eri eg fluttur út, tey hava ikki sæð meg í mánaðar og tey gloyma meg í meldrinum! Genialt! Hetta kann eg brúka ímóti teimum í langa tíð fram! Muhahaha!
Eg var annars í Macdonalds í gjár. Einaferð eg hugdi upp úr míni Big Mac menu, sá eg at ein mamma skifti síni lítlu dóttir mitt á borðinum hægst tveir metrar frá mær! Eg helt tey hövdu rúm til endamálið! Einki serliga reinligt og rættiliga irreterandi. Men tó ikki verri enn tá ið mamman, komin útum, festi sær í. Tað eru fá ting, ið irretera meg meir enn foreldur (og/ella vaksin), sum roykja meðan börn eru til staðar! Tað skuldi verið banna við lóg og straffa við bót! Eg havi sum vaksin eitt val hvört eg vil liva ósunt ella ikki (við t.d. at eta á Macdonalds). Tað hevur eitt barn ikki. Tað býr saman við roykjandi foreldrum. Hvar skal tað fara? Not nice.
Arni at 1:25 pm
14 January, 2006
For my non-Faroese friends
As a Faroese person and consequently a member of an cultural minority, I sometimes have difficulties describing the special things about our culture. One of these things is our special cuisine. In Faroe we eat many strange things, such as whale meat, half-rotten fish, sheep’s head, blood sausage, sheep’s anuses and testicles and several months old dried sheep meat called skerpikjöt. And skerpikjöt is the focus of this post. While home for Christmas, I borrowed my brother’s camera and took some pictures while eating skerpikjöt. Hope you like this visual insight into Faroese food and culture. Enjoy!
Arni at 9:55 am
Í býin at bíða
Fríggjadagin var eg ein túr í býnum. Eg skuldi senda nökur bröv, keypa patrónir til printaran og brúka mítt fulla Virgin Addict kort. Tá ið eg var liðugur (posthúsið var lukka og eg fann ongar patrónir, men nýggja hjá Opeth er góð) og byrjaði at ragga mær yvir ímóti busssteðgistaðnum, kom mær í hug, sum eg gekk framvið Orange handlinum, at eg hevði hoyrt um eitt tilboð at Pay As You Go kundar (talutíð) kundu fáa fríar kvöldsamtalur við eina aðra Orange telefon um teir fóru inn í handilin at spyrja. Tingið við Orange handlinum á Union St. er at har standa bara 2 fólk í handlinum í senn og har eru, hvörja ferð eg havi verið har í hvussu er, altíð for nógv fólk til tey at klára. So eg stillaði meg at bíða. Eg haldi eg bíðaði í einar góðar 10 min. Eg eri tolin, eg havi einki ímóti at bíða, so eg hugdi eftir telefonum (nýggja Motorola, PEBL, sær ótrúliga feit út) og ymiskum breiðbandstilboðum. Endiliga kom ein at spyrja um tey kundi hjálpa mær við nökrum. Eg segði jú, eg hevði hoyrt okkurt um fríar kvöldsamtalur og var rættiliga áhugaður, eftirsum eg var Orange Pay As You Go kundi og daman hjá mær eisini hevði Orange. Sum sagt, eg eri tolin og havi einki ímóti at bíða, men tá ið ungi maðurin í svörtu Orange skjúrtuni segði við sorgblýdni í röddini at tilboðið gekk út 31. desember, bleiv eg smáirreteraður. 12 dagar og 10 min. for seinur. Lort.
Arni at 9:00 am
5 January, 2006
Föroyskt vs. enskt II
Einaferð eg og Stuart hövdu verið uppi alla náttina í teldurúminum og nokkso stutt var til vit skuldu upp, lögdu vit okkum bara í hansara kamar at sova. Nakrar tímar seinni vakti hann meg og sum eg byrjaði at koma til spurdi eg hann hvat klokkan var. Hann svaraði mær ikki beinanveg, so eg bíðaði eina lítla lötu aftrat. Eg bleiv eitt sindur irreteraður. Dummur ikki at svara. Men knappliga sló tað meg: Eg hevði spurt á föroyskum. Snedugt sovorðið. Man má fara inn í eitt serligt öki í heilanum fyri at tosa enskt og hetta öki er ikki tað náttúrliga, ökið fyri tað málið man hugsar á. Tað sama hendi eina aðru ferð, eg sat og lurtaði eftir tíðindunum á Rás 2. Meðan eg lurtaði spurdi ein floksfelagi meg okkurt og eg svaraði á föroyskum. Snedugt…
Annars hava jólini verið feit. Eg fari niður til Aberdeen í morgin kl. 15:30. Eg fari at skriva eitt störri innlegg um jólini og tað, sum hevur verið á skránnið. Hoyrast tá.
Arni at 9:29 pm
24 December, 2005
Gleðilig jól
Gleðilig jól øll somul! Hopi tað verða eini feit jól hesaferð og at næsta ár verður líka gott og hendingarríkt, sum farna. Kærleiki er verðins viktigast! Elski tykkum øll.
Arni at 4:43 pm
15 December, 2005
John, svakur nasistur. Arni, bangin drongur.
Ein av fyrstu dögunum eg var her mötti eg einum dreingi, sum eitur John. Eg stóð og bíðaði eftir mínum ID kortið og hann var í somu kö. Vit komu í prát og kom skjótt inn á hansara yndisevni (havi eg uppdagað eftir eini 4-5 prát eftirhondini): rasismu. Nú, John virkar sum ein fittur ungur maður, men hann er mest politiskt ókorrekti persónurin eg nakrantíð havi mött! Hann snakkaði um etniskar minoritetir og hvussu teir oyðilögdu England (eg helt tað var umvent..), um hvussu nekarar vóru minni intelligentir enn vanlig fólk og hvussu Föroyar fyri alt í verðini ikki mátti lova útlendingum inn. Tá ið hann aftaná eina lötu byrjaði at snakka um hvussu jödar áttu heimsbankan, praktiskt tala stýrdu heiminum og hvussu hann helt tað national sosialistiska (nazi, fyri tey óvitandi) felagið ein týsk genta hann hevði mött ætlaði at stovna var eitt feitt hugskot, hugsaði eg at hetta er ein fullblóðs rasist eg snakki við! Nú hetta er ikki nakað eg gangi og hugsi um dagliga. Eg havi altíð hildi (og haldi enn) at öll menniskju eru líka og hava akra somu forútsetningar tá ið vit blíva född. Um vit eru brún ella húðfarva (feitt, slett yvirhövur ikki rasistiskt orð!) kann gera tað sama. So eg dugdi ikki serliga væl at argumentera ímóti John. Eg segði bara at eg ikki var samdur og helt öll menniskju vera fitt. Eg havi síðani mött honum nakrar ferðir og hvörja ferð vit práta koma vit inn á hvussu vit hvítu verða forfylgd av muslimum, pakis, jödum, öllum. Eg veit faktist einki um mannin, bara at hann eitur John.
Á skúlaökinum er ein kafé, sum eitur zeste. Har er eitt hotspot og man fær ein góðan mocca. Mær dámar bara heilt væl at vera har. Í gját sat eg einsamallur og surfaði, Arch Enemy í oyramikrofonunum. Klokkan var blivin 4, so tey byrjaðu at lukka. Knappliga síggi eg at John situr longur yviri og tá ið hann uppdagar meg, kemur hann yvir at práta. Tað gongur ein minuttur við “hey, hvussu gongur?” og “bara ein skúladagur eftir, lekkurt ha?”, so kemur hann inn á hansara pet subject. Hann fortaldi mær um onkran uppreistur í Australia. Eg spyrji býtt um tað eru aboriginies, sum ikki tíma meir. Eg skuldi havt rokna tað út: Tað vóru tey hvítu, sum ikki funnu seg í at innvandrar stjólu teirra land. Ok, áhugavert, segði eg. Men nei, hann mátti vísa mær ein film á netinum um tað. Heilt erligt var tað ikki so nógv uppá seg. Men jújú, orduliga synd í teimum down under. Hann spurdi meg eisini um eg var á hansara free speech mailing lista, sum hann so koyrdi meg á tá ið eg svaraði nei. Tað skuldi vísa seg at vera nokkso heppi (sum sæst seinni). Knappliga, totalt out of the blue, rópar hann “Kunnu tit gera so væl at steðga við hasum klikkinum?!” Eg hyggi yvirraskaður upp og uppdagið at ein av servetrisunum á zeste er í holt at vaska kaffimaskinuna, nú tey lukka og tað gevur eitt klikkandi ljóð. Eg hevði slett ikki lagt merki til ljóðið, men tað gekk John alvorliga uppá nervarnar. Servetrisan svaraði, at tað kundu tey tíverri ikki, tí soleiðis ljóðaði tað tá ið man vaskar maskinuna. John svaraði “Ok, blívi so við!” ógvuliga sarkastiskt og óhöfliga. Servetrisan hoyrdi ikki fyrstu ferð og spurdi hvat hann segði og hann svaraði akra líka óhöfliga og eitt sindur harðari, at tey kundu bara blíva við. Tá byrjaði eg at föla meg alvorliga illa og byrjaði at stappa telduna í taskuna. Eg veit ikki um tað var tí, at omanfyrinevnda servetrisa hevði ring oyru ella hon vildi sikra sær um hesin drongurin var for real, men hon spyr hann so einaferð aftrat hvat hann segði og sama skil, bara enn harðari hesuferð. Nú er teldan trygg í taskuni. Tá kemur ein av mannligu starvsfólkunum yvir og sigur at eingin grund er at vera so óhöfligur og um hann vinarliga ikki kann fara onkra aðrastaðni um honum ikki dámar at fólk arbeiða har. Servietturin (deiligt orð) var heldur dökkur í húðini, so eg hugsaði, nú gongur galið! Og tað gjördi tað eisini. John reisir seg upp og spýtir eina talu um hvussu hann hevur rætt at vera her, frítt land, blablabla beint í hövdið á manninum, ikki meir enn 3 cm millum nasarnar. Áðrenn eg veit av fara teir til hendurs. Bardagi ein metur frá har sum eg siti! Nú er taskan á rygginum og eg byrji at sníkja meg út. Hjarta bankar og skjótt eri eg í gongini. Nú eru fleiri fólk komin til og aftaná ógvuliga hörð róp og meir harðskap, gangi eg bara út frá, verður John koyrdur á dyr. Tá hugsaði at eg má heldur gera tað rætta og fari inn aftur í kaféina. Eg fari yvir til kassan og forklári at eg ikki kenni dreingin, vit práta bara tá ið vit síggjast og um tey hava brúk fyri mær sum eygnavitni, so er hetta mítt navn, telefonnummar og e-mail. Tey spyrja um eg veit hvussu drongurin eitur og tá minnist eg at hann hevði akkurát checka e-mail á mínari teldu! So upp úr taskuni við telduni og hygga síggj, um hon ikki var at finna! Eg elski cookies! So tey fáa eisini hansara e-mail. Nú bíði eg bara eftir at politiið ringir til mín og eg fortelji teimum hvat hendi.
Aftaná hesa ógvuliga óvanligu hending fari eg niðan á bókasavnið har Stuart bíðar eftir mær (seinasti stílurin má gerast!). Tá ið eg komi upp á 4. hædd og seti meg yvirav honum fortelji eg honum frá hvat hendi. Hann visti hvör John var, tí í seinastu viku möttu vit honum á veg heim úr skúlanum. Stuart fortelur mær so at hesin sami John hevði roynt at sloppi inn í Divinity Library, bókasavnið fyri okkum teologi lesandi. Tá ið hann fekk at vita at eingin atgongd var fyri onnur enn teologarnar, royndi hann faktist at sleppa inn við makt. Hann fór avstað til endans, men bert við tógvi stríð. Nú, eg veit ikki so ræðuliga nógv um sinnissjúkur og líknandi, men har kann alt ikki vera sum tað skal í hövdinum á dreinginum! Fyri tað fyrsta at faktist leypa á ein annan persón tí man er irreteraður inn á eitt klikk og so royna at bróta inn í eitt bókasavn (og so gera hvat? Lesa uppá?). Hann má vera um ikki sinnissjúkur, so eitt sindur svakligur. Tað passar kanska eisini saman við öllum hatrinum hann hevur móti fólki av öðrum uppruna. Eg helt eisini tað var eitt sindur snedugt at hann ikki skilti at hann ikki átti zeste (ella Div bókasavnið), men bara var gestur har. Tað virkaði sum um hann helt seg hava fyrsta rætt at vera har og starvsfólk og universitetsreglur skulu bara skrubba av! Tá kann ikki alt vera heilt sum tað skal. So eg havi melda meg frívilliga at vitna ímóti einum persóni, sum eftir öllum at döma er svakur. So um vit ongantíð síggjast aftur, elski eg tykkum! Eisini um vit síggjast aftur, men tit vita hvat eg meini!
Arni at 3:54 pm
11 December, 2005
Skegg og awkward tögn
Sum maður við skeggi fær verður ein ofta útsettur fyri ymiskum reaktiónum, bæði góðum og ringum. Ofta stara fólk eftir skegginum meðan man prátar. Eg skilji tykkum, gentir! Onkumtíð eru fólk so imponera at tey bara vilja nema við. Tað er í ordan, eina lötu. Men herfyri hendi nakað eitt sindur meir óbehagiligt. Eg kom gangandi framvið Marischal College, beint við ljóskurvarnar (myndir). Ljósið er reytt. Sum eg gangi framvið einum bili fullum av ungum dreingum, rullar ein teirra knappliga rútin niður og rópar “Far og raka tær!” (á enskum, eg umseti bara) Eg hyggi bilsin upp hann og tá ið eg havi summa meg, sigi eg “Bara tí tú ikki fært nakað skegg!” Hann skrálar onkran ókvæmiseið, eg minnist ikki hvönn, og ger sum hann ætlar at leypa út úr bilinum. Beint tá gerst ljósið grönt og teir koyra avstað. Eg rokni ikki við hann ætlaði nakað annað enn at tvætla eitt sindur barnsliga, men tað var ikki beinleiðis nakað gott inntrykk hann gav.
Nakrar dagar seinni eri eg á veg oman í býin. Eg standi og bíði eftir bussi nr. 1 á King’s Street, beint við Universitetið. Knappliga koma trý ung fólk og stilla seg í skýlið. Eg kenni annan av dreingunum aftur… Hann er tann í bilinum hin dagin! Nú hann ikki hevur ein bil at goyma seg í er ikki so nógv um hann. Vit standa bara har og royna at umganga eygnakontakt. Ein ógvuliga awkward 5-10 min. lang tögn. So kom bussurin og bjargaði mær úr neyðini. Eg rokni við drongurin földi seg verri enn eg, men tað var lögið, heilt sikkurt. Annars sá vinmaðurin hjá honum út sum ein minni lekkur útgáva av Chris Martin.
Arni at 7:23 pm
10 December, 2005
Rude awakening
Eg bleiv vaktur í morgun við at tað bankaði á hurðina. Vanliga er tað Malan, sum óumhugsin vakir meg slíkar ógudiligar tímar sum kl. 12 leygarmorgun, so eg rópti hvör er tað á föroyskum. Eg fekk einki svar og tað kom fram fyri meg at kanska var tað ein eingilsmaður uttanfyri. Tað vóru faktist tveir. Politimenn. Áðrenn eg sigi frá okkara hugnaliga lítla práti, má eg líka lýsa bakgrundssöguna eitt sindur.
Sum tann glöggi lesarin hevur fingið hilling av í seinastuni, so flutti eg úr paradís í Wavell til eitt ikki heilt so friðarligt Adam Smith við hashi, vánaligum gittarspælarum, ið hava nógv for hart frá, fólki, sum kukka í brúsuna, hálvnaknum dreingjum, rapp tónleiki og öðrum góðum. Trupulleikarnir á seinastuni hava verið serliga ringir. Tað byrjaði eina náttina klokkan 4. Eg lá sum vanligt í songini og las tá brandalarmurin knappliga fór frá. Sum góði borgarin eg eri leyp eg upp, í buksurnar og út í tún. Sum tey flestu hövdu vænta, var einki áfætt. Onkur hevði koyrt brandalarmin frá við vilja. Irreterandi, men yvirkomiligt. Eg fór aftur í song haldandi alt var yvirstaðið. Tað var tað ikki. Næsta dagin vóru vit vakt av brandalarminum aftur. Sama skil, onkur gjördi tað fyri stuttleikar. Nú byrjar man so smátt at blíva irreteraður (Malan var svök!). Næsta dagin hendi aftur okkurt. Sum eg skuldi fara inn í gongina, nýliga afturkomin av bókasavninum, síggi eg at hon er fylt við royki. Ella tí, sum eg helt vera roykur. Tað vísti seg at vera pulvur frá einum eldslökkjara. Og hetta er fíggjakvöld, so eingin kemur at vaska fyrrenn mánadagin. Tá fleyt yvir hjá leiðsluni. Vit vóru allir á gongini kallaðir saman og spurdir um vit vistu hvör hevði gjört tað. Nei, eingin visti. Vóru vit villigir at tosa við politiið? Ja, eingin trupulleiki. Og tað var politiið, sum bankaði uppá hjá mær í morgun.
Nú, eg eri eitt sindur rotin og hangi ikki so nógv út við stonarunum á míni gongd. Vit heilsast og prátast, men teir eru ikki partur av mínum sirkli. So eg haldi meg eitt sindur fyri meg sjálvan. Eg havi tí ikki hoyrt nakað um hvör gjördi tingini omanfyri og kundi ikki fortelja politistunum hvör tað var. So fóru teir víðari til næsta kamar. Og tað er faktist tað. Einki meir at fortelja. Takk fyri.
:)
Arni at 3:24 pm