30 October, 2005
Vai!
Seinasta fríggjadag var eg í Glasgow og lurtaði eftir einari av mínum gomlu hetjum og stóru inspiratiónum, Steve Vai. Og tað rulaði totalt!! Hann spældi sjálvandi sum ein dreymur og bólkurin hjá honum man vera ein tann best spælandi eg nakrantíð havi hoyrt. Tað ljóðaði faktist eisini orduliga gott og tað var ikki for hart. Í byrjanini hevði eg oyrapropparnar í, men eg tók teir úr aftaná eina lötu, tí tað var faktist slett ikki so hart. Nokkso feitt og óvanligt. Anyway.. Steve spældi í næstan 3 tímar, so hann fekk tíð til sínar bestu sangir, sum t.d. “Whispering A Prayer”, “Building the Church”, “Lotus Feet”, “The Audience is Listening”, “K’m-Pee-Du-Wee”, “For the Love of God” og “My Guitar Wants To Kill Your Mama” (sum er ein Zappa cover, men tað vita tit væl!). Konsertin var í Glasgow Royal Music Hall, sum er ein orduligur konsertsalur, við sitiplássum og öllum, sum var eitt pikkilítið sindur rotið. Sitipláss er feitt nokk, men eg hevði ikki tað besta setrið, men sat tíverri nokkso langt frá pallinum og til síðuna. Sjálvt um tað kanska betýddi eitt sindur avmarka upplivilsi (serliga í tí visuella partinum), so var konsertin supergóð allíkavæl.
Annars var Eric Sardinas, sum hitaði upp, eisini orduliga feitur, sjálvt um hann ikki er líka spennandi sum Vaiurin. Genialur slide spælari.
Arni at 11:15 pm
14 October, 2005
“Scotland, BBC Scotland!”
Eg og ein floksfelagi úr Norðurírlandi, Stuart, hingu út í gjár við King’s College tá ið knappliga ein maður við mikrofon og oyratelefonum kom yvir til okkum. Hann var úr BBC Radio Scotland og var áhugaður í “voxpop” um nýggju heimasíðuna hjá MI6 (secret service í Bretlandi), sum eftir öllum at döma kemur upp um nakrar dagar. Á heimasíðuni stendur eitt FAQ har ein av spurningunum er um arbeiðið hjá MI6 líkjist tí hjá James Bond og svarið var “Ja, eitt sindur.” Tí vildi tíðindamaðurin hava at vita um vit hövdu tíma at verið spiónir og arbeitt fyri MI6. Hann spurdi eisini meg um eg hevði vilja brúkt mítt eventuella “licence to kill” fyri heimlandið. Eg segði, “Jú, um eg eri noyddur, men eg giti ikki eg hevði notið tað.” Nú hevur man so verið í BBC. Nokkso skeg.
Arni at 11:51 am
12 October, 2005
Fötur og niðurdeilar
Míni telduviðurskifti eru ikki beinleiðis optimal. Eg má seta meg í hotspottið í einum öðrum húsi enn tí, eg búgvi í um eg vil online. Og tað er ikki bara eg sum vil online. Her sita altíð fleiri fólk og surfa. Yvir av mær beint nú situr ein myrkur drongur í sandalum. Nógv brúka sandalur her, tað er sikkurt fínt. Men eg klári bara ikki at lata vera við at hyggja eftir bibbunum hjá honum. Teir eru ikki penar ella ljótar… Tær eru bara bibbur! Og eg klári ikki at lata vera við at hyggja eftir teimum.
Men hatta er einki samanborið við ein annan dagin. Eg sat so fittur og hugnaði mær við telduni tá ið ein hampuliga snögg ung dama setur seg yvirav mær. Hon var í einum fittum, stuttum niðurdeili. Fínasta slag. Skuldi man trúð. Men trupulleikin var at hon ikki var í nökrum sokkabuksum og krossaði ikki bein. So um eg ikki hugdi beint niður í telduna sá eg ímillum beinini trussurnar hjá henni. Sjálvandi, kanska skuldi eg verið glaður at hon var í trussum, men allíkavæl, tað var óbehagiligt! Hon fór tíbetur ein lítla lötu aftaná og eg kundi slappa av aftur. Not nice sovorðið..
Arni at 5:42 pm
9 October, 2005
Hítur, fartelefonir og Jedi-knights
Eg kom í prát við ein ungan mann í gjár. Hann segði at tíverri hevði eina nokkso keðiliga fortíð, sum hann royndi at sleppa burturúr. Honum manglaði pengar, segði hann, og tí bjóðaði hann at selja mær hítur og eina fartelefon. Hann vísti mær fartelefonina og segði at hon var spildurnýggj. Hann hevði keypt hana nýggja, men onkur hevði stjoli ladaran og tí vildi hann selja mær hana fyri £10. Ja, right! Onkur stjól ladaran og tí selur tú mær hana fyri £10! Tú hevur sleeeett ikki stjoli hana! Eg segði pent nei takk.
Annars las eg onkumstaðni at ein nýggj ensk kanning hevði staðfest í Bretlandi eru 11,000 self-proclaimed ateistar mótvegis 37 milliónum kristnum og 360,000 Jedi knights. Haha!
Arni at 7:46 pm
2 October, 2005
Ferðin niður
Ferðin niður gekk ikki beinleiðis væl. Fyri tað fyrsta var flúgvarin forsinkaður frá kl. 16 til 21. Tað fínt at flúgva, men at ið vit komu niður var friðurin úti. Eg havi ES pass, so tað var eingin trupulleiki, eg spákaði ígjögnum tollin uttan trupulleikar. Hjá Maluni var verri. Hon hevði patriotiskt grönt pass og varð tí steðga og skuldi vísa teimum visum (sum hon ikki hevði) og alla möguliga information um útbúgvingina. Hon slapp ígjögnum til endans, men tað var uttan arbeiðsloyvi og bara ti tað var so seint (kl. 23) og tollarin vildi heim. Vit hövdu vænta at vera í Aberdeen kl. 17 einaferð og hövdu ti ikki bílagt nakrastaðni at sova. Men nú var næstan miðnátt og tað visti seg at vera ómöguligt at finna eitt hotel ella B&B, sum vildi hava okkum. Tað endaði so við at vit svóvu á hvör sínum beinki á flogvöllinum. Eg svav ikki tað stóra, beinkurin var harður, men tað var fínasta slag. Eg gjördi enda á Hitchhiker’s Guide. Fínasta slag bók, men ikki so góð, sum öll siga.
Næsta morgun tóku vit ein taxa út á Universitetið. Tað, sum vit ikki hövdu hugsa um var at kontórið, vit skuldu möta á ikki opnaði fyrr enn kl. 10. Vit vóru har kl. 8. Og vit hövdu eitt tons av bagagu. Tað hevði verið fínasta slag um tað ikki var fyri tveir klæðsekkir Malan hevði við. Svigermor hevði insistera, sjálvt um Malan av fystan tíð hevði pakka eina stóra sporttasku. Úrslitið var ein brotnaður hársprei dunkur og eitt ævigt hatur til klæðsekkir frá mínari síðu. Tað er ómöguligt at bera hatta lorti! Aldrinn aftur! Eftir eina tveir tíma kreppu í okkara forholdi, sloppu vit endiliga inn á kontórið. Tað var eitt sindur av fjasi og renning aftur og fram, men til endans sloppu vit so til okkara nýggju heim í Hillhead Halls of Residence. Vit vóru komin uppá pláss. Endiliga. Fyrsti túrurin oman á skúlan var alvorliga spennandi. Eg skal til dagligt ganga í King’s College, sum er ein aggandi gomul kirkju/borg við einum courtyard og öllum. Klassahölið hjá Maluni til sálar- og samfelagsfröði er eitt amfiteatur, sum er störri enn stóri salur í Havnar Bio. Ikki langt frá at löfritið eisini er störri.
Veðrið var gott hendan fyrsta dagin og sum vit gingu runt hoyrdu vit róp. Nakrir föroyingar sótu og hugnaðu sær á stóru grasplenuni millum King’s og New King’s (College, í báðum förum). Eg kendi fleiri av teimum áðrenn, so skjótt gekk at koma í prát. Ikki at tað hevði gjört nakran mun, um eg ikki kendi nakran. Föroyingar uttanlanda finna altíð væl út av tí. Vit hava síðani fleiri ferðir verið úti í býnum og hugna okkum. Tey eru öll orduliga fitt. Seinasta teljing segði at tað eru 31 lesandi föroyingar í Aberdeen. Haldi mest eru á Aberdeen Uni, men tak meg ikki í tí, fleiri eru á Robert Gordon og onkur er eisini á Aberdeen College.
Vit hava ikki orduliga valt samkomu enn, men vit hava verið í einari, sum eitur Hebron, sum okkum dámdi orduliga væl. Samkoman var passaliga lítil og fólkini orduliga fitt. Upprunaliga var Hebron ein bröðrasamkoma, men er seinastu árini blivin eitt sindur meir avslappa. Tað betýður at læran er góð, einki karismatiskt fjas, men atmosferan er opin allíkavæl. Öll behövast ikki at vera samd. Eisini bjóðar samkoman lesandi dögurða aftaná morgunmöti. Feitt. So eg rokni við vit enda har. Tað er eisini pláss fyri mær um eg vil spæla okkurt (sum eg sjálvandi vil). Í fyrstu atlögu sær tað út sum tey hava brúk fyri einum bassspælara.
Aberdeen Uni liggur tætt við Union Street, sum er stóra shopping götan her. Nógvir eru handalarnir og vit hava longu brúkt nógv for nógvar pengar. Men eg haldi vit hava fingið tað út ella so. Sjálvandi, eg ætli mær regluliga framvið HMV, Virgin Megastore og Fopp, men eg haldi ikki tað verður nökur serliga power shopping á skránni enn á sinni. Jú, kanska á jólum Her er sjálvandi nógv bíligari enn heima í Föroyum. Eg havi eisini funni tveir gittarhandlar, so er tað eisini uppá pláss.
More to come…
Arni at 5:38 pm
1 October, 2005
Arni Malmsteen
Eg sat og trenaði gittar eitt kvöldið herfyri. Sat bara í mínum egna heimi og jammaði. Knappliga bankaði uppá hurðina. Tveir dreingir stóðu uttan fyri og annar spurdi, “Was that Yngwie Malmsteen you were listening to?” Eg mátti bara flenna og siga, “No, that was me.” Teir vóru ógvuliga imponeraðir og bjóðaðu mær at koma at hyggja eftir einum japanskum filmi, sum æt Survival Styles 5+. Kulur filmur og kulir dreingir. Sjálvandi, öll, sum blanda meg og Yngwie eru kul
Arni at 2:29 pm