1 December, 2005
Mín gongd luktar illa
Fyri umleið einum mánaði síðani flutti eg úr mínum gamla kamari inn í eitt nýtt. Tað gamla var alt, alt for stórt og kostaði upp aftur meir. So eg flutti frá Wavell til Adam Smith House. Her er nógv betri og bíligari. Men síðani fyrsta dagin hevur tað lukta illa á gongini. Eg dugdi ikki at plasera luktin. Kökurin hjá okkum er eitt sindur ófantaligur, so eg helt at kanska lukturin kom har frá. Eg hugsaði ikki so nógv um tað, men lukturin var har. Tíðin gekk og lukturin bleiv við at vera har.
Nú ein dagin komu so Stuart og Simeon, tveir klassafelagar og góðir vinir, ein túr framvið. Tað fyrsta Stuart segði tá ið hann kom inn í gongina var at her luktar av hash! Knappliga fall fimmoyra! Tað forkláraði hví so nógv fólk altið vóru her og hví tað altíð bankaði uppá við síðurnar av, sjálvt mitt um náttina. So, um nakar vil hava hash er ground floor í Adam Smith staðið at leita!
Arni at 12:20 am
Eg skilji ikki, hví tú skrivar, at tað luktar illa??
CommentbyRasputin 2 December, 2005 @ 1:24 am
Ti hash luktar illa..
CommentbyArni 2 December, 2005 @ 3:17 pm
um eg nakrantíd komi til aberdeen, so veit eg hvønn eg fari fyrst at vitja…
..og næst… hehe..
Commentbyrolant 5 December, 2005 @ 1:25 am
Hehe, nu timdi tu knappiliga
Altid valkomin, so leingi tu kemur at vitja meg fyrst..heh
CommentbyMalan 5 December, 2005 @ 2:24 pm