15 December, 2005

John, svakur nasistur. Arni, bangin drongur.

Ein av fyrstu dögunum eg var her mötti eg einum dreingi, sum eitur John. Eg stóð og bíðaði eftir mínum ID kortið og hann var í somu kö. Vit komu í prát og kom skjótt inn á hansara yndisevni (havi eg uppdagað eftir eini 4-5 prát eftirhondini): rasismu. Nú, John virkar sum ein fittur ungur maður, men hann er mest politiskt ókorrekti persónurin eg nakrantíð havi mött! Hann snakkaði um etniskar minoritetir og hvussu teir oyðilögdu England (eg helt tað var umvent..), um hvussu nekarar vóru minni intelligentir enn vanlig fólk og hvussu Föroyar fyri alt í verðini ikki mátti lova útlendingum inn. Tá ið hann aftaná eina lötu byrjaði at snakka um hvussu jödar áttu heimsbankan, praktiskt tala stýrdu heiminum og hvussu hann helt tað national sosialistiska (nazi, fyri tey óvitandi) felagið ein týsk genta hann hevði mött ætlaði at stovna var eitt feitt hugskot, hugsaði eg at hetta er ein fullblóðs rasist eg snakki við! Nú hetta er ikki nakað eg gangi og hugsi um dagliga. Eg havi altíð hildi (og haldi enn) at öll menniskju eru líka og hava akra somu forútsetningar tá ið vit blíva född. Um vit eru brún ella húðfarva (feitt, slett yvirhövur ikki rasistiskt orð!) kann gera tað sama. So eg dugdi ikki serliga væl at argumentera ímóti John. Eg segði bara at eg ikki var samdur og helt öll menniskju vera fitt. Eg havi síðani mött honum nakrar ferðir og hvörja ferð vit práta koma vit inn á hvussu vit hvítu verða forfylgd av muslimum, pakis, jödum, öllum. Eg veit faktist einki um mannin, bara at hann eitur John.

Á skúlaökinum er ein kafé, sum eitur zeste. Har er eitt hotspot og man fær ein góðan mocca. Mær dámar bara heilt væl at vera har. Í gját sat eg einsamallur og surfaði, Arch Enemy í oyramikrofonunum. Klokkan var blivin 4, so tey byrjaðu at lukka. Knappliga síggi eg at John situr longur yviri og tá ið hann uppdagar meg, kemur hann yvir at práta. Tað gongur ein minuttur við “hey, hvussu gongur?” og “bara ein skúladagur eftir, lekkurt ha?”, so kemur hann inn á hansara pet subject. Hann fortaldi mær um onkran uppreistur í Australia. Eg spyrji býtt um tað eru aboriginies, sum ikki tíma meir. Eg skuldi havt rokna tað út: Tað vóru tey hvítu, sum ikki funnu seg í at innvandrar stjólu teirra land. Ok, áhugavert, segði eg. Men nei, hann mátti vísa mær ein film á netinum um tað. Heilt erligt var tað ikki so nógv uppá seg. Men jújú, orduliga synd í teimum down under. Hann spurdi meg eisini um eg var á hansara free speech mailing lista, sum hann so koyrdi meg á tá ið eg svaraði nei. Tað skuldi vísa seg at vera nokkso heppi (sum sæst seinni). Knappliga, totalt out of the blue, rópar hann “Kunnu tit gera so væl at steðga við hasum klikkinum?!” Eg hyggi yvirraskaður upp og uppdagið at ein av servetrisunum á zeste er í holt at vaska kaffimaskinuna, nú tey lukka og tað gevur eitt klikkandi ljóð. Eg hevði slett ikki lagt merki til ljóðið, men tað gekk John alvorliga uppá nervarnar. Servetrisan svaraði, at tað kundu tey tíverri ikki, tí soleiðis ljóðaði tað tá ið man vaskar maskinuna. John svaraði “Ok, blívi so við!” ógvuliga sarkastiskt og óhöfliga. Servetrisan hoyrdi ikki fyrstu ferð og spurdi hvat hann segði og hann svaraði akra líka óhöfliga og eitt sindur harðari, at tey kundu bara blíva við. Tá byrjaði eg at föla meg alvorliga illa og byrjaði at stappa telduna í taskuna. Eg veit ikki um tað var tí, at omanfyrinevnda servetrisa hevði ring oyru ella hon vildi sikra sær um hesin drongurin var for real, men hon spyr hann so einaferð aftrat hvat hann segði og sama skil, bara enn harðari hesuferð. Nú er teldan trygg í taskuni. Tá kemur ein av mannligu starvsfólkunum yvir og sigur at eingin grund er at vera so óhöfligur og um hann vinarliga ikki kann fara onkra aðrastaðni um honum ikki dámar at fólk arbeiða har. Servietturin (deiligt orð) var heldur dökkur í húðini, so eg hugsaði, nú gongur galið! Og tað gjördi tað eisini. John reisir seg upp og spýtir eina talu um hvussu hann hevur rætt at vera her, frítt land, blablabla beint í hövdið á manninum, ikki meir enn 3 cm millum nasarnar. Áðrenn eg veit av fara teir til hendurs. Bardagi ein metur frá har sum eg siti! Nú er taskan á rygginum og eg byrji at sníkja meg út. Hjarta bankar og skjótt eri eg í gongini. Nú eru fleiri fólk komin til og aftaná ógvuliga hörð róp og meir harðskap, gangi eg bara út frá, verður John koyrdur á dyr. Tá hugsaði at eg má heldur gera tað rætta og fari inn aftur í kaféina. Eg fari yvir til kassan og forklári at eg ikki kenni dreingin, vit práta bara tá ið vit síggjast og um tey hava brúk fyri mær sum eygnavitni, so er hetta mítt navn, telefonnummar og e-mail. Tey spyrja um eg veit hvussu drongurin eitur og tá minnist eg at hann hevði akkurát checka e-mail á mínari teldu! So upp úr taskuni við telduni og hygga síggj, um hon ikki var at finna! Eg elski cookies! So tey fáa eisini hansara e-mail. Nú bíði eg bara eftir at politiið ringir til mín og eg fortelji teimum hvat hendi.

Aftaná hesa ógvuliga óvanligu hending fari eg niðan á bókasavnið har Stuart bíðar eftir mær (seinasti stílurin má gerast!). Tá ið eg komi upp á 4. hædd og seti meg yvirav honum fortelji eg honum frá hvat hendi. Hann visti hvör John var, tí í seinastu viku möttu vit honum á veg heim úr skúlanum. Stuart fortelur mær so at hesin sami John hevði roynt at sloppi inn í Divinity Library, bókasavnið fyri okkum teologi lesandi. Tá ið hann fekk at vita at eingin atgongd var fyri onnur enn teologarnar, royndi hann faktist at sleppa inn við makt. Hann fór avstað til endans, men bert við tógvi stríð. Nú, eg veit ikki so ræðuliga nógv um sinnissjúkur og líknandi, men har kann alt ikki vera sum tað skal í hövdinum á dreinginum! Fyri tað fyrsta at faktist leypa á ein annan persón tí man er irreteraður inn á eitt klikk og so royna at bróta inn í eitt bókasavn (og so gera hvat? Lesa uppá?). Hann má vera um ikki sinnissjúkur, so eitt sindur svakligur. Tað passar kanska eisini saman við öllum hatrinum hann hevur móti fólki av öðrum uppruna. Eg helt eisini tað var eitt sindur snedugt at hann ikki skilti at hann ikki átti zeste (ella Div bókasavnið), men bara var gestur har. Tað virkaði sum um hann helt seg hava fyrsta rætt at vera har og starvsfólk og universitetsreglur skulu bara skrubba av! Tá kann ikki alt vera heilt sum tað skal. So eg havi melda meg frívilliga at vitna ímóti einum persóni, sum eftir öllum at döma er svakur. So um vit ongantíð síggjast aftur, elski eg tykkum! Eisini um vit síggjast aftur, men tit vita hvat eg meini!

Arni at 3:54 pm

1 viðmerking

  1. Tað veit denn, Arni, eg eri veruliga imponerað av tær. Feitt at tú stendur upp fyri slíkt. Annars skrivi eg fyri at fortelja tær, at eg haldi, at hatta innleggið vera skidspennandi og vælskrivað. Hatta var tann fyrsti bloggurin, eg havi lisið hjá tær, men nú fari eg beint í gongd við at lesa fleiri :-)

    Annars Gleðilig Jól :)

    CommentbyVónbjørt 16 December, 2005 @ 10:56 am

Viðmerk