17 January, 2006

Jólagávur og Macdonalds

Sjálvt um gávurnar ikki eru tað týdningarmesta við jólunum (maturin og familjan harafturímóti..), men tær eru tó nokkso sentralar. Eg fekk nakrar feitar í ár. Frá Maluni fekk eg eitt gávukort í Fopp, sum er ein feitur flögu/dvd/bókahandil her í Aberdeen. Fyri gávukortið gjördi eg eitt mítt besta innkeyp nakrantíð: Futurama - Complete Collection! For kul, sjálvt um tað hevur forstýra repeteringina alvorliga! Takk fyri beybi! Frá Jan og Situ, Jákup og Sannu og Jógvan og Unn (við familjum) fekk eg hvör sítt gávukort. Fyri tey keypti eg Eivör - Tröllabundin (sum er orduliga feitt, sjálvt um messingin blívur eitt sindur irreterandi viðhvört), Högni Lisberg - Morning Dew (ein hin besta Fo flögan í fjör, uttan iva) og Makrel - Wonderland (misti hana vekk, so eg keypti eina nýggja, orduliga góð eisini). Tá ið man er uttanlanda saknar man alvorliga föroyskan tónleik, so hasar flögurnar komu væl við. Frá Pætur Larsen fekk eg nakrar kopieraðar filmar. Frá Pætur bróðir fekk eg norsku bókina “Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i alt myldret?” Hava bara hoyrt gott um hana, so eg gleði meg til tá ið eg fái tíð at lesa hana (nær tað so enn verður..). Frá Jósef fekk eg ein hondgjördan lyklaring úr reinsdjórahorni, sum nú hevur skift góða, gamla Pikachu út. Frá jólamanninum fekk eg nýggjastu flöguna og ein kalendara við Charlotte Church. Feitar gávur, túsund takk, men bestu gávuna fekk eg frá mammu og babba: Tey gloymdu at keypa mær nakað! Oh yeah! Trúgv tí ella ei, tey gloymdu at keypa mær eina jólagávu! Her eri eg fluttur út, tey hava ikki sæð meg í mánaðar og tey gloyma meg í meldrinum! Genialt! Hetta kann eg brúka ímóti teimum í langa tíð fram! Muhahaha! :)

Eg var annars í Macdonalds í gjár. Einaferð eg hugdi upp úr míni Big Mac menu, sá eg at ein mamma skifti síni lítlu dóttir mitt á borðinum hægst tveir metrar frá mær! Eg helt tey hövdu rúm til endamálið! Einki serliga reinligt og rættiliga irreterandi. Men tó ikki verri enn tá ið mamman, komin útum, festi sær í. Tað eru fá ting, ið irretera meg meir enn foreldur (og/ella vaksin), sum roykja meðan börn eru til staðar! Tað skuldi verið banna við lóg og straffa við bót! Eg havi sum vaksin eitt val hvört eg vil liva ósunt ella ikki (við t.d. at eta á Macdonalds). Tað hevur eitt barn ikki. Tað býr saman við roykjandi foreldrum. Hvar skal tað fara? Not nice.

Arni at 1:25 pm

Eingin viðmerking

Ongar viðmerkingar enn.

Viðmerk