• Lý í vindeyganum

    0
  • Lý fær góð skotsmál í vøggustovuni

    0

    “If we could bottle Lý’s laugh we would make a fortune, it’s so infectious!”

    Um láturin hjá Lý kundi tappast á fløsku, so høvdu vit tjent eina rúgvu, so smittandi er hann! Tað segði Moira, ein av pedagogunum í vøggustovuni, sum Lý gongur í við mammu, tá ið hon var eftir Lý mánadagin. Lý hevði undirhildið alla stovuna við einum serstakliga skemtiligum spæli av “peek-a-boo”.

    Fitta diddan!

  • Nei, Lý, hatta sleppur tú ikki! – Lady Gaga

    0

    8 ára gamla Laura úr brasilianska Talent.

  • Nei, Lý, hatta sleppur tú ikki! – 1. Kesha

    0

    Tú sleppur hvørki at lurta eftir Keshu ella at busta tenn í Jack!

  • Lý hevur kukkað í pott fyri fyrstu ferð!

    0

    Wow! Lý er komin til eitt nýtt støði í sínum lívi: Hon hevur kukkað í pott fyri fyrstu ferð!

    Ok, tað var eitt sindur av einum hepnum óhappi. Vit hava átt ein pott leingi og Lý dámar av og á at seta seg á hann bara fyri stuttleikar. Í gjár spældi mamma við Lý og hon hoyrdi, at Lý gjørdi seg klára at kukka. Mamma skræddi sokkabuksur og blæðu av og smekkaði Lý á pottin, sum av tilvild lá beint har. Eina lítla løtu seinni hevði Lý gjørt sítt nummar eitt nummar tvey. Stór genta og stórur kukkur!

    Babba var so stoltur, at hann tók eina sera, sera vakra mynd. Trýst á linkið fyri at síggja.

    Read more