11 December, 2005

Skegg og awkward tögn

Sum maður við skeggi fær verður ein ofta útsettur fyri ymiskum reaktiónum, bæði góðum og ringum. Ofta stara fólk eftir skegginum meðan man prátar. Eg skilji tykkum, gentir! Onkumtíð eru fólk so imponera at tey bara vilja nema við. Tað er í ordan, eina lötu. Men herfyri hendi nakað eitt sindur meir óbehagiligt. Eg kom gangandi framvið Marischal College, beint við ljóskurvarnar (myndir). Ljósið er reytt. Sum eg gangi framvið einum bili fullum av ungum dreingum, rullar ein teirra knappliga rútin niður og rópar “Far og raka tær!” (á enskum, eg umseti bara) Eg hyggi bilsin upp hann og tá ið eg havi summa meg, sigi eg “Bara tí tú ikki fært nakað skegg!” Hann skrálar onkran ókvæmiseið, eg minnist ikki hvönn, og ger sum hann ætlar at leypa út úr bilinum. Beint tá gerst ljósið grönt og teir koyra avstað. Eg rokni ikki við hann ætlaði nakað annað enn at tvætla eitt sindur barnsliga, men tað var ikki beinleiðis nakað gott inntrykk hann gav.

Nakrar dagar seinni eri eg á veg oman í býin. Eg standi og bíði eftir bussi nr. 1 á King’s Street, beint við Universitetið. Knappliga koma trý ung fólk og stilla seg í skýlið. Eg kenni annan av dreingunum aftur… Hann er tann í bilinum hin dagin! Nú hann ikki hevur ein bil at goyma seg í er ikki so nógv um hann. Vit standa bara har og royna at umganga eygnakontakt. Ein ógvuliga awkward 5-10 min. lang tögn. So kom bussurin og bjargaði mær úr neyðini. Eg rokni við drongurin földi seg verri enn eg, men tað var lögið, heilt sikkurt. Annars sá vinmaðurin hjá honum út sum ein minni lekkur útgáva av Chris Martin.

Arni at 7:23 pm

Eingin viðmerking

Ongar viðmerkingar enn.

Viðmerk